Skip to main content

Heimssøga - Frá 1900 til í dag

Price :

<p>248.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6942/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk. Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin.

Heimssøga - Frá 1900 til í dag byrjar við aldamóti 1900, og endar við stóru spurnigunum um yvirgang og altjóðagerð í dag. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru: Fyrri heimsbardagi, Tíðin millum kríggini, Seinni heimsbardagi, Tíðin eftir kríggið, Tvídráttur heimsveldanna, Vórðu hjálondini fræls og Stórir spurningar í okkara tíð.

Millum ymsu kapitlarnar í bókunum eru steðgistøð. Í hesum tema-uppsløgum verður dentur lagdur á brot úr søguni, har breiða søguskrivingin verður løgd til viks, soleiðis at pláss verður at viðgera nøkur evni neyvari. Til hvørt av steðgistøðum eru arbeiðsuppgávur – antin í næmingabókini ella til útskrivingar í læraravegleiðingini.

Tíðarásar eru settir upp innanfyri permuna í lesibókini. Hugsanin er, at tíðarásarnir skulu geva næmingunum greiðari yvirlit yvir tey tíðarskeið, sum verða viðgjørd í bókunum – nær fara tær fram, hvussu langt tíðarbil fevna tey um, og hvar hoyra tey heima í tíðini samanborið við aðrar hendingar.

Tá ið tíðarásarnir eru settar innanfyri bókarpermuna, gerst tað lætt at venda aftur til teir av og á í undirvísingini. Nakrir av tíðarásunum lýsa neyvari týðandi øki sum til dømis ídnaðartilgongdina og menningina viðvíkjandi fólkaræði og mannarættindum.

Bókin hevur heimasíðu á www.snar.fo/heimssoga

Bókin fæst í bókamiðsøluni og kostar 240 kr.

Heimssøga - Frá 1900 til í dag
Heimssøga - Frá 1900 til í dag