Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók
Lesibók við fløgu
Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera lesingina. Í bókini Hervør og Høgni í triðja er dátufløga við upplestri og sangum. Til bókina hoyra tvær arbeiðsbøkur, faldari til foreldrini og talgild læraravegleiðing, sum verður á netinum.