Hey Ruby - Ævintýr í kotum
Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.
At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast bókin er um tøkni og teldu, so snýr hon seg ikki beinleiðis um at læra at forrita, og dentur verður ikki lagdur á at læra nakað ávíst forritingaramboð, men roynt verður at vísa á, hvussu til ber at skilja hugtakið telduliga hugsan.
Í bókini læra børnini at liða stórar spurningar sundur í smærri, finna mynstur, gera stigvísar ætlanir og at hugsa út um mørk. Tankin er, at børnini verða bitin av uppgávunum aftast í bókini, og at tey brúka sítt hugflog at loysa tær. Hvør kapittul er ein lítil søga um heimin hjá Ruby. Samanlagt eru níggju smáar gongdir við telduligari hugsan.
Bókin er ikki ætlað børnum at sita við einsamøll, men er gjørd soleiðis, at børn og vaksin eru saman um hana.