Hey! - Á ferð i Føroyum
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.
Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.
Hey!-heftini kunnu eisini brúkast sum ískoytistilfar til røðina "Ferð á føroyskt".