Húsini í súreplagarðinum
Húsini í súreplagarðinum er um Katlu og Stinu, sum halda, at tey stóru, myrku húsini í tí óruddiliga garðinum eru ógvuliga óhugnalig. Og tá ið tær síggja ein skugga flyta seg inni í garðinum, vita tær ikki hvat tær skulu gera.
Sjey nýggjar lættlisnar bøkur komnar
Í krabbarøðini, sum eru lættlisnar bøkur, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag, eru sjey nýggjar bøkur komnar. Tvær eru til annað torleikastig, So býttur eri eg ikki og Heilt til grannabygdina, báðar eftir Knud Hermansen; Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Og fimm til fjórða torleikastig; tær eru Húsini í súreplagarðinum eftir Line Baugstø, Hildigunn Niclasen hevur týtt; Leið meg, Samira eftir Morten Dürr, Poulina Slættanes hevur týtt; Turbo og spøkilsishúsið eftir Ulf Sindt, Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt; Snýs, njós, histi og hosti e ftir Penny Durant, Pauli Hansen hevur týtt, og Blinkstra, blunka, venda og snara eftir Brian Moses, Pauli Hansen hevur týtt. Hesar báðar seinastu eru fyrstu fakbøkurnar í røðini.