Skip to main content

Hvar er Flekk?

Teknmál

Høvundur :

Eric Hill,

Týðari :

<p>Jákup í Skemmuni</p>

Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so Føroya Skúlabókagrunnur givið hana út aftur í somu týðing umframt teknmálstýðingina. Fyrsta teknmálsbók á føroyskum. Er prentað á tveimum málum: føroyskum og teknmáli.

Flekkbøkurnar eru sonevndar klaffabøkur. Á vinstru síðu stendur einhvør spurningur, og á høgru síðu er ein lúka ella hurð at lata upp og vita, hvat ið svarið er til spurningin. Føroysku teknmálstýðingini hevur Edny Poulsen, lærari og teknmálstulkur, staðið fyri. Bókin er innbundin í stíva permu og er tískil sera slitsterk.

Hvar er Flekk?
Hvar er Flekk?
  • Jákup í Skemmuni