Skip to main content

Í morgin fara vit at sita í sólini

Høvundur :

Brynjulf Jung Tjønn,

Í morgin fara vit at sita í sólini er nemandi bók um 11 ára gamla dreingin Ólav. Søgan er um hann og familju hansara, viðurskifti hansara við pápan og abban, men fyrst og fremst viðurskifti hansara við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum ikki orkar sonin heilt, ein mamma, sum slær, og ein mamma, sum fyllir sonin við ótta, skomm og sakni. Hetta er ein poetisk, sterk og øðrvísi bók til størri børn. Hóast bókin er løtt at lesa, er hon evnisliga ein avbjóðing til lesaran.

Í morgin fara vit at sita í sólini er bólkað sum gráur krabbi.

Brynjulf Jung Tjønn hevur skrivað. Hann er føddur í 1980 í Suðurkorea og ættleiddur til Noregs sum tvey ára gamal. Umframt Í morgin fara vit at sita í sólini hevur hann skrivað tvær skaldsøgur, Eg kom for å elske (2002) og Lyden av noen som dør (2008).

Hildigunn Niclasen hevur týtt úr norskum. Bókin kostar kr. 90 í bókabúðunum.

Brynjulf Jung Tjønn hevur skrivað. Hann er føddur í 1980 í Suðurkorea og ættleiddur til Noregs sum tvey ára gamal. Umframt Í morgin fara vit at sita í sólini hevur hann skrivað tvær skaldsøgur, Eg kom for å elske (2002) og Lyden av noen som dør (2008).

Hildigunn Niclasen hevur týtt úr norskum.

Bókin eru bólkað í sjeynda torleikastigi.

Í morgin fara vit at sita í sólini
Í morgin fara vit at sita í sólini