Í Tallandi 1
Í hesi bók, ið er ætlað børnum í barnagarðsaldri, verður dentur lagdur á at skilja hugtøk og tøl. Børn í barnagarðsaldri læra fyrst og fremst við at spæla spøl, har tey kunnu gera vart við seg, luttaka og vera skapandi. Tá ið arbeitt verður við at fáa barnið at skilja støddir og tøl, ræður um at hava tað stuttligt, at spæla og arbeiða saman við øðrum, og tað er av stórum týdningi at fylgja við menningini og at skráseta tey framstig, ið verða gjørd.
Í bókini verður í stuttum greitt frá arbeiðsuppgávum, og í onkrum førum verða tekin nýtt. Niðast á hvørjari síðu eru nærri leiðbeiningar til tey, ið taka sær av barninum, og greitt verður frá, hvat vant verður í hvørjum einstøkum føri. Aftast í bókini eru fleiri hugskot, og har verður greitt nærri frá megintættunum í tilfarinum.