Skip to main content

Ikki geva mær at eta!

Krabbabók

Høvundur :

Anne B. Ragde,

Hetta er ivaleyst ein søga, ið nógv børn kenna seg aftur í. So leingi Jóna minnist, hevur hon ynskt sær eina kettu. Men tað gera mamman og pápin ikki. Tey vilja heldur hava gullfiskar. Vit verða so bundin av kettu, siga tey. Men knappliga ein dagin sigur ein tjúkk, reyð ketta á trappuni hjá teimum. Hon er svong og vil hava at eta, men tað kann hon ikki, tí um hálsin hevur hon eitt hálsband, har á stendur: Ikki geva mær at eta! Hildigunn Niclasen týddi. Bókin er bólkað til 4. torleikastig. Hon kostar kr. 90. Anne B. Ragde hevur skrivað. Hon er fødd í 1957 í Odda í Noregi og vaksin upp í Tróndheimi. Hon er útbúgvin cand. philol og hevur verið universitetslektari í samskifti. Fyrsta bók hennara kom út í 1986. Síðan hevur hon skrivað hópin av fagurbókmentum, bæði til børn og ung, einar fjøruti í tali, sum tilsamans eru seldar í meiri enn eini millión eintøkum. Eisini hevur hon skrivað leikrit. Philip Hauglin hevur teknað. Hann arbeiðir í Oslo, har hann teknar til barnabøkur, tíðarrit og bløð. Umframt arbeiðir hann sum grafikari.
Ikki geva mær at eta!
Ikki geva mær at eta!