Skip to main content

Immunverjan

Lívfrøði - 9. flokkur

Author :

Pernille Rosenkvist,

Fakportalur :

Lívfrøði

Brellbiti:  Immunverjan

Smáverur (mikroorganismur) leypa á okkum alla tíðina. Tær búgva inni í okkum, uttan á okkum og í umhvørvi okkara. Tær flestu eru meinaleysar, men summar kunnu gera okkum álvarsliga sjúk.

Tíbetur hevur kroppurin eina verju, ið altíð er til reiðar at stríðast og fara í mótálop, tá ið smáverurnar leypa á.

 

Um Lívfrøðiportalin

Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.

Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:

  • náttúran
  • kroppurin
  • kyknan
  • ílegurnar

Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.

Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:

  • Áin og lívið í ánni
  • Fuglar og fuglafrøði
  • Hagin – lív og vistskipanir
  • Havið og læran um tað

Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.

Les meira um portalin her

 

Immunverjan
  • Lívfrøði