Jesus í myndlistini
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Myndir, ímyndir og søgur úr Nýggja testamenti hava í øldir kveikt listafólk, og nøkur av heimsins størstu listaverkum lýsa tilburðir úr lívi Jesusar.
Umframt til heimligan hugna kunnu bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini brúkast í kristni og tilevning og í miðdeild fólkaskúlans, tað er frá 3. til 7. skúlaflokki. Bøkurnar kunnu eisini brúkast í lesing, føroyskum og donskum yvirhøvur til tess at læra seg at eygleiða ímyndir, súmbol og myndatalu.
Myndir, ímyndir og søgur úr Nýggja testamenti hava í øldir kveikt listafólk, og nøkur av heimsins størstu listaverkum lýsa tilburðir úr lívi Jesusar. Í bókini Jesus í myndlistini verða fleiri teirra endurgivnir, m.a. Jesu føðing, Vísmenninir úr Eysturlondum, Heilaga kvøldmáltíðin eftir Leonardo da Vinci og Uppreisnin, sum er partur av altartalvu hjá Matthias Grünewald. Henda forvitnisliga altartalva er eisini viðgjørd í bókini Káin og Ábel, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 2003.
Bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini hevur Regin av Steinum týtt úr enskum. Birgir Kruse hevur í báðum førum havt ta fakligu viðgerðina um hendur.