Skip to main content

Jørðin

Hvat gat eg sagt...

Author :

Penelope York,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara – Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.

Í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley eru 4 aðrar bøkur komnar út við felagsheitinum Hvat gat eg sagt.... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum teksti lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Frammanundan eru bøkurnar Havið, Regnskógurin, Rúmdin og Súgdýr komnar út. Í hvørjari bókini sær eru nógvar forvitnisligar og livandi myndir, ið ikki bert eru ein fragd fyri eygað, men samstundis siga sína søgu ofta betur enn mong orð megna at gera. Bókarøðin er løtt og greidliga skrivað og á tremur við upplýsingum til børn og ung. Aftast í bókunum eru orðalýsingar og leitorðalistar, so lætt er at finna fram til tær røttu upplýsingarnar.

Jørðin
Jørðin