Umframt kvæðið Jómsvíkingar, ið er prentað aftast í heftinum, verður í innganginum skrivað um Jómsvíkingasøgu og Jómsvíkingakvæði, og samanberingar verða gjørdar. Roynt verður eisini at greiða frá persónum og hendingum, soleiðis at tann, ið lesur kvæðið, skal fáa sum mest burturúr.