Skip to main content

Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur

Kalt blóð 4 - krabbabók

Author :

Jørn Jensen,

Tú ert deyður, Teitur er fjórða bókin í røðini Kalt blóð. Hon snýr seg um systkini Sigrið og Teit, ið eru stødd á posthúsinum, tá ið ránsmenn knappliga koma. Tá ið húgvan hjá tí eina ránsmanninum fer av, sær Teitur, hvør ránsmaðurin er. Tá ið ránsmenninir halda á dyr, hava tey Teit við sær sum gísla, uttan at Sigrið grunar.

 

Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað hópin av bókum, serliga lættlesiligar bøkur og hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir.

 

Týtt bókina hevur Hjørdis Heindriksdóttir.

Fyrr í ár komu tvær bøkur út í røðini Kalt blóð, tær eru Tey horvnu børnini og Hin svaki professarin.

Bókin er bólkað í 5. torleikastigi.

Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur
Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur