Skip to main content

Katla og Stina kanna málið

Høvundur :

Line Baugstø,

Onnur bókin um Katlu og Stinu eitur Katla og Stina kanna málið. Tær báðar hava gjørt eina detektivstovu og vilja nú hava eitt mál at loysa. Bókin er til 4. torleikastig. Line Baugstø hevur skrivað. Hon er norskur rithøvundur og journalistur, fødd 13. januar 1961 í Kristiansand. Fyrsta bók hennara Reise i gult lys kom út í 1986 og síðan hevur hon skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og barnabøkur. Húsini í súreplagarðinum, eisini ein bók í krabbarøðini, kom út í fjør. Hildigunn Niclasen hevur týtt báðar. Í bókabúðunum kostar bókin kr. 75. Haldarar fáa hana fyri serprís.
Katla og Stina kanna málið
Katla og Stina kanna málið