Skip to main content

Kirkjukunnleiki

Arbeiðsbók

Høvundur :

Elsa Birgitta Petersen,

Kirkjukunnleiki – Arbeiðsbók er einnýtisbók og ætlað eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Kristnifrálæran í føroyska fólkaskúlanum fevnir eftir lesiætlanini eisini um kirkjukunnleika, kirkjubygningar og kirkjusiðir, og henda arbeiðsbók er ætlað at vera stuðul í undirvísingini í hesum evnum.

Viðgjørd verða evni sum kirkjubygging í Føroyum, kirkjan innan, útbúnaður og doypifuntur, altar og prædikastólur, ímyndir og liturgisku litirnir, kirkjuvitjanir, gudstænastan og sálmabókin, kirkjuárið og kirkjuhátíðir: advent, jól, trettandi, páskir, skírhósdagur, langafríggjadagur, páskadagur, annar páskadagur og hvítusunna. Alt tilfarið í arbeiðsbókini hevur verið brúkt og roynt í undirvísing í fólkaskúlanum. Á formæli til læraran og í kelduávísingunum verður víst til ymiskt støðistilfar, sum er annaðhvørt ynskiligt og í summum førum neyðugt hjá næmingum og lærara at hava við hondina í undirvísingini. Aftast í bókini eru hentar orðafrágreiðingar.

Kirkjukunnleiki
Kirkjukunnleiki