Kokkulárapi
KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum – skemtingarsamur og beinrakin!
Innihaldið er fjølbroytt og vendir sær bæði til børn og vaksin. Hann hugleiðir millum annað um, hvør Guð man vera og sítt gamla ABC . Vit lesa um Kúnna Vanessu og Hálvdan, eitt ævintýr í gummiskóm og morgunfrúufrúur.
Edward Fuglø hevur teknað til hvørja yrking.