Skip to main content

Kom og rokna - Pluss og Minus 1

Høvundur :

Johann Petersen,

Kom og rokna er roknitilfar til forskúlan og grunddeildina.

Serligur dentur er lagdur á:

  • At tilfarið stuðlar undir grundleggjandi støddfrøðifatan og støddfrøðiligar førleikar, ið geva næminginum eitt gott grundarlag til víðari menning.
  • At uppgávurnar eru einfaldar og stuttligar, sum økir um hugin og møguleikan hjá næminginum at rokna sjálvstøðugt.
  • At torleikastigið hækkar líðandi, samstundis sum teir grundleggjandi støddfrøðiførleikarnir javnan koma fyri.

Í høvðusheitunum eru tríggir hættir at nýta tilfarið.

  1. Sum inngang til ymsu evnini í støddfrøði: tølini, pluss, minus, falda, býta, hagfrøði, krossskipan o.s.fr.
  2. Sum eykatilfar, um næmingurin hevur tørv á tí.
  3. Til teir næmingar, ið hava tørv á øðrvísi avbjóðingum.
Kom og rokna - Pluss og Minus 1