Kom og skriva 2
Kom og skriva 2 byggir á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sansum.
Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna skrivigleðina og skriviførleikan hjá næmingunum.
Vit vóna, at Kom og skriva 2 kann gera sítt til at røkka hesum endamáli.
Fakportalurin Føroyskt savnar fjølbroytt undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. Á portalinum eru evni og tilfar til bæði byrjanardeild, miðdeild og hádeild, umframt til vaksin. Tilfarið fevnir millum annað um ævintýr úr ymsum londum, ævintýr eftir H.C. Andersen, Jakob Jakobsen og Heðin Brú, skrivitilfar sum Kom og skriva 1, 2 og 3, og evni sum Norð, Føstulávint, Úr Søgunáminum og Seks spurningar um at vera menniskja. Portalurin gevur lærarum og næmingum góðar møguleikar at arbeiða við lesing, skriving, bókmentum, frásøgnum og føroyskum máli á ymiskum stigum.
