Skip to main content

Kristni 5 - Næmingabók

Høvundur :

Jón Magnus Joensen,

Price :

<p>398.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6945/STK/">Keyp útgávuna</a></p>

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.

Sum nakað nýtt er fremmandur átrúnaður eisini við í bókini, har vit læra um hátíðardagar í øðrum átrúnaðum enn bara tí kristna.

Bøkurnar fylgja námsætlanum fólkaskúlans, har dentur verður m.a. lagdur á tolsemi fyri øðrum átrúnaðum enn bara kristindómi. Bókin hevur tikið ein kapitul við um hátíðir úr øðrum átrúnaði enn kristindómi.

- Í so máta eru bøkurnar søguligar, tí fremmandur átrúnaður hevur ikki verið tikin við í grundbøkur í kristni á hesum floksstigi áður, sigur Jón Magnus.

Við støði í fjølbroyttum teksti og litføgrum myndum eru nógv Bíbliuevni og lívsevni at tosa um. Greitt verður frá skapanarverkinum, aðru grein í trúarjáttanini, Jesu fjallatalu, Faðirvár, lærusveinunum, kristnari og jødiskari páskahátíð, kirkjuligum tænastum, neyðini og hjálpararbeiði úti í heimi og kristnum sangi.

Eftir somu skipan sum í Kristni 4 læra vit um seks bíbilskar persónar miðskeiðis í bókini.

Kristni 5 greiðir eisini frá søgu Ísraels, har denturin verður lagdur á dómaratíðina og kongatíðina í Gamla Testamenti við nýteknaðum landakorti.

Hannis Egholm hevur teknað og sniðgivið bókina, sum Estra hevur prentað. Permumyndina, av børnum í heimabundnum troyggjum, avmyndaði Ingi Sørensen á gólvinum í Listaskálanum.

Kristni 5 - Næmingabók
Kristni 5 - Næmingabók