Kroppin
Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða til og hvønn týdning matur og svøvnur hevur, so vit orka at ganga í skúla. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur samstarvað við íslendska Námsgagnastofnun innan talgilt undirvísingartilfar og vanligar bøkur. Fyrr eru talgild læruspøl løgd á heimasíðu grunsins og nú eru fýra bøkur týddar úr íslendskum, og klárar at brúka í yngstu flokkunum.
Bøkurnar eru partar av røðini Komið og kannið og snúgva seg um kroppin, bilin, køkin og rúmdina. Bøkurnar leggja upp til at næmingarnir læra seg at eygleiða úr einum virknum náttúrufrøðiligum sjónarhorni.
Í somu røð Komið og kannið er eisini ein upprunaføroysk bók gjørd. Hon er um føroyska landnámið og vendir sær til miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson hevur skrivað hendingaríku søguna um landnámið og Óli P hevur teknað við stuttligum penni.