Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)
Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.
Lærarabók - Netútgáva Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði. Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við innihaldsligu krøvini í námsætlanini fyri landafrøði, og greitt verður frá teirri grundhugsan, sum innihaldið í bókini byggir á. Eisini eru hentar upplýsingar viðvíkjandi kvantitativum og kvalitativum kunnleika umframt førleikum, sum næmingarnir eiga at ogna sær. Lærarabókin er býtt í somu partar sum bøkurnar. Hvør partur í lærarabókini hevur sama bygnað: Yvirskipað innleiðsla
- Stutt framløga av innihaldinum í viðkomandi parti í bókini
- Yvirlit yvir, hvørjir førleikar kunnu verða mentir í arbeiðinum út frá viðkomandi parti í lærarabókini
- Endamálið við viðkomandi parti í bókini við atliti at lærugreinini
- Uppskot til ávegis mál
- Bókmentir og annað tilfar.
Hesin parturin kann brúkast sum íblástur til orðingar í sambandi við at fylla út talvurnar Undirvísingargongdir og Ársætlan fyri lærugreinina. Arbeiðsgongd Sum heild samsvarar lærarabókin við undiryvirskriftirnar í bókunum. Summir partar eru tó lagdir saman í ein. Arbeiðsgongdin byrjar sum oftast við einum uppskoti til innleiðslu. Í lærarabókini eru tilvísingar til avritssíður og til síðurnar í bókini. Avritssíður Í hvørjum parti í lærarabókini eru avritssíður. Á teimum eru kort, venjingar, tekstir at fara í dýpdina við og uppgávur, ið taka samanum. Tvær tær seinastu avritssíðurnar í hvørjum parti eru Endurtøka og Hugdýping. Spurningar og evni í Endurtøku taka støði í viðkomandi parti av bókini og lærarabókini. Tey eru ætlað øllum næmingum í flokkinum at arbeiða við, einsæris ella í bólkum. Evnini í Hugdýping fara út um tað, sum er viðgjørt í bókini og lærarabókini.Tað ber til at arbeiða við hesum evnum sum ískoytisøki, ella tey kunnu vera eyka avbjóðing til teir næmingar, sum hava tørv á tí.