Leiðin til minni rusk
Fakportalútgáva: íSkoyti 1. - 10. flokkur
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat tú blakar í ruskspannina? Og hvussu nógv burturkast heldur tú, at tað verður til eftir einum ári?
Um vit rokna við, at vit tveita umleið 1,4 kg í ruskspannina um dagin, og at árið hevur 365 dagar, so merkir tað, at eitt fólk elvir til umleið 500 kg av burturkasti um árið.
Tað verður til ómetaliga nógv burturkast, um vit eru fleiri saman – t.d. ein heilur skúlaflokkur.
Kundi okkurt av tí verið brúkt umaftur? Ella kanska brúkt til okkurt heilt annað? Í hesari gongdini sleppa tit at arbeiða við mongum spennandi uppgávum, ið snúgva seg um, hvussu vit kunnu minka um burturkastið frá klæðum, mati og elektronikki.
Góðan arbeiðshug! 🌱
