Skip to main content

Les 2

Tekstasavn til framhaldsdeild

Høvundur :

Julia Cook, Ymisk myndlistafólk,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5660/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og hvat lesarin kann vænta sær í hesum nýskapandi og rúgvusmikla savni, sum er myndprýtt við føroyskum listaverkum og fotomyndum.

Savnið fevnir um ymisk tekstasløg, t.d. stuttsøgur, brot úr skaldsøgum, yrkingar, skaldskap av mannamunni, leikritaskaldskap, yrkistekstir, myndir og lýsingar, sálmar og bíbliutekstur. Eisini eru íslendskir og norskir tekstir í savninum. Tekstasavnið lýkur krøvini, ið sett verða 3. undirvísingarparti í lesiætlanini.

Fyrsti partur í bókini nevnist Ein fuglur í míni sál og er um tannár og broytingar. Annar partur hevur heitið Móti víðum sandi og er um tað at vera genta ella drongur. Mín bringa er eitt reiður er heitið á triðja parti og snýr seg um familjulív, kærleika og samlív. Fjórði parturin Tú sterka lív er um tað at vera fyri ógvusligum broytingum í lívinum og at kenna sorg, og fimti og seinasti parturin Og tað flaggar í sólini er um arbeiðslív bæði á sjógvi og landi. Les 2 - tekstasavn til framhaldsdeild er ritstjórnað av Lydiu Didriksen, við Heðini M. Klein og Anju Pálsdóttir sum fakligum stuðulsbólki. Myndaúrvalið í bókini hava Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Jóannes Gaard og Gunnar Hoydal lagt til rættis.

Les 2
Les 2