Skip to main content

Lexin - Myndatema

Samvirkin netútgáva

Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

Lexin er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í Lexin.

Í forritinum eru umleið 1800 orð og tekningar, sum eru býtt í 31 evni. Til hvørt evni eru undirevni.

At velja mál
Í vinstru síðu á hesi síðu kann veljast, hvat mál skal vísast á myndini. Hvørt einsstakt mál verður víst saman við føroyskum og enskum.

Eisini kann brúkarin sjálvur velja, hvørji mál skulu vísast á myndini.

Myndin
Á evnisyvirlitinum verður valt, hvat evni skal vísast, og í skiljubløðunum ovast ber til at skifta millum tey ymisku málini.

Tá ið trýst verður á eitt orð ella ein lut á tekningini, verður samanhangurin vístur millum tekning og orð. Samstundis hoyra vit, hvussu orðið ljóðar á viðkomandi máli (ikki øll mál hava ljóð).

Norðurlendskt samstarv
Tað er “Myndigheten för skolutveckling” í Svøríki, sum av fyrstan tíð menti Lexin. Síðan er flestu norðurlond k

Lexin - Myndatema