Lív og gróður
Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey eru í vegjaðaranum, í veitini og húsanna millum. Fotomynd er av hvørjari plantu, onnur tikin nær við, og hin, so plantan sæst í sínum natúrliga umhvørvi. Eisini eru tekningar í liti, sum millum annað lýsa plantubygnað, føðiketur, og hvussu plantan ger føði.