Skip to main content

Lívfrøði 2 - arbeiðsbók

Uppgávubók

Høvundur :

Magnus Gaard,

Price :

<p>98.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6510/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini, sum fevnir um allar hesar partar, eru bæði vegleiðingar til venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt spurningar og uppgávur. Mangan hevur verið víst á, hvussu umráðandi tað er, at næmingarnir sleppa at gera royndir í lívfrøði. Við arbeiðsbókini er møguleiki at fara undir spennandi royndir viðvíkjandi ljóssamevning, anding, niðurbróting, at kanna plantuæti og dýraæti undir sjóneyku, at kanna vatn, at gera royndina hjá Pasteur, at kanna vetrarlitin á haru, at kanna hædd og vekt á fólki, at planta setkvistar, at kanna nøring hjá dafnium, at kanna nøring í ger umframt at viðgera spurningin: Hvat kyn er heili tín? Í hesum seinasta førinum verður brúkt ein heimasíða hjá BBC.
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók