Ljóðbussurin
Ljóðbussurin er ætlaður sum amboð til ljóðarbeiði í fyrsta flokki. Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum, tey ymisku ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða myndað fremst í munninum. Bussurin er býttur í 4 litir, og litirnir umboða: varrar, framtungu, miðtungu og baktungu. Til dømis verða b og v myndað við varrunum, n við framtunguni og k við baktunguni.
Ljóðbussurin hoyrir til útgávuheildina Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta.
Bókstavahúsið hevur verið brúkt, bæði í Føroyum og í grannalondunum, men tá grafikarin varð settur á uppgávuna í sambandi við hesa útgávuna, kom hann við tí hugskoti, at vit skuldu skifta húsini út við ein buss. Grundgevingin var, at tað var lættari at tosa um fremst og aftast í einum bussi enn í húsum, og hesum góvu vit honum rætt í. Sjálvljóðini eru sett í ‘ferðstrípur’ eftir, hvar í munninum tey verða myndað. Ð sæst ikki, tí vit kunnu ikki siga, hvar í munninum tað verður myndað, uttan vit vita, hvørjum øðrum ljóðum tað stendur saman við. Tí hava vit koyrt Ð í viðførisrúmið. Hugskot og Layout: Hannis Egholm Ljóðfrøðilig viðgerð: Zakaris Hansen Prent: Føroyaprent Plakatin kostar 100 kr og fæst til keyps á Bókamiðsøluni og í bókasølum kring landið.