Oyra, ljóð og tónar
Á konsertum verður ljóðið varpað út sum ljóðaldur úr stórum hátalarum. Hátalaramembranar, sum sveiggja skjótt aftur og fram, gera ljóðaldurnar.
Vit hoyra ymiskar tónar í ljóði, og ljóð kann hava ymiska styrki.
Nú skalt tú arbeiða við ljóði og tónum, og tú fert at læra ein heilan hóp um, hvussu oyruni virka.
Um Lívfrøðiportalin
Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:
- náttúran
- kroppurin
- kyknan
- ílegurnar
Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.
Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.
