Skip to main content

Mállæra

Høvundur :

Paulivar Andreasen, Árni Dahl,

Price :

<p>248.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/2967/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við rættskrivingarreglum og ein, ið sýnir, hvussu føroysk fólkanøvn bendast.

Á orðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftan, eru dømini heldur fleiri enn færri, soleiðis at størri møguleiki er at finna júst tað orðið, leitað verður eftir. Sum uppískoyti er listin við fólkanøvnum, ið navnanevndin hevur evnað til, tikin við, dagførdur fram til september 1996. Bókin er hent handbók og stuðul bæði hjá fólkaskúlalærarum og elstu fólkaskúlanæmingum. Eisini átti hon at verið øllum teimum, sum arbeiða við føroyska málinum dagliga, ein hjálp.

Mállæra
Mállæra