Skip to main content

Mandy at home - Lærarabók

Lærarabók

Høvundur :

Una Poulsen,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5541/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í fjør kom Mandy on holiday, sum er ætla 4. flokki í enskum. Í nýkomnu lesibókini til 5. flokk Mandy at home er eisini fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini, eins og fløga við 13 stuttligum enskum sangum, sum hóska væl til undirvísingina.

Meðan hin fyrra Mandy on holiday varð gjørd við støði í Føroyum, er hendan nýggja Mandy at home gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. At talan er um ein upprunaføroyska bók sæst tó aftur, tí víst verður á tað mangan tætta sambandið, ið hevur verið millum Bretland og Føroyar. Í bókini kunnu vit eitt nú lesa um keltar, víkingar og bretsku hersetingina undir krígnum. Bókaheildin um Mandy og tey er sostatt eisini ein spennandi alfrøði fyri fólk í øllum aldri.

Til bøkurnar um Mandy eru gjørdar avritssíður, sum frítt kunnu takast niður av heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni. Arbeiðsbók og lærarabók til nýggju bókina koma seinni í skúlaárinum. Í lærarabókini til Mandy on holiday, sum kom í fjør, kann lesast um grundsjónarmið høvundans og hvussu undirvíst kann verða í og við hesum frálíku nýggju føroysku bókum í enskum.

Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, sum fyri tveimum árum síðan heitti á Føroya Skúlabókagrunn um at útvega neyðugu undirvísingarmiðlarnar, eftir at løgtingið hevði samtykt, at undirvísingin í enskum skal byrja í 4. flokki og ikki í 5. flokki, sum áður hevði verið. Longu eftir einum ári kom Mandy on holiday og nú, eitt ár seinni, Mandy at home.

Tað er Una Poulsen, lærari í Vestmanna, ið skrivar bøkurnar um Mandy. Teknarar eru Hannis Egholm, Anni Arge Lamhauge og Osvald Jacobsen

Mandy at home - Lærarabók
Mandy at home - Lærarabók