Skip to main content

Mandy on holiday - Grundbók

Lesibók við fløgu

Høvundur :

Una Poulsen,

Price :

<p>288.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5139/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók.
Sermerkt við hesi bók er, at hon fer fram í okkara umhvørvi. Næmingarnir læra at seta orð á tað, ið teir síggja dagliga. Granskingin vísir, at børn læra best mál, tá ið tey eru virkin í veruleikakendum samskifti. Bókin viðger annars øll tey somu evni, sum tær nýggjastu útlendsku bøkurnar gera. Saman við góðum myndprýðarum hevur Una Poulsen megnað at skapa eina heild av orðum, myndum og ljóðum, ið eggjar og stimbrar næmingin at brúka enska málið.

Í lesibókini er fløga við upplestri av tekstunum í bókini, soleiðis at næmingurin eisini heima við hús kann hoyra tekstin á enskum. Enskmælt børn og vaksin, ið øll búgva í Føroyum, geva orðunum enskt ljóð á fløguni. Eisini er ein fløga við sangunum úr bókini til læraran. Fløguna hevur Palli Hansen, tónleikalærari, lagt til rættis. Fyribils er lærarabókin teldutøk og kann takast niður til vinstru á hesari síðuni.

Mandy er ein ensk genta, sum kemur at vitja familju í Føroyum. Saman við systkinabarninum upplivir hon ymist her. Í Mandy on holdiday fara børnini út at fiska, tey hjálpa abbanum við seyðinum og hoyggingini, fara á ólavsøku, tosa um grindadráp, o.s.fr. Hetta er ein partur av okkara samleika. Skulu okkara næmingar kunna siga frá tí, sum hendir her á landi, mugu vit geva teimum orð. Farið verður tó ikki í dýpdina við evnunum. Í teimum støðum, har børnini kenna meira til hesi viðurskifti, kann lærarin gera meira burturúr.

Undirvísingartilfarið er fjølbroytt. Tað ber til at undirvísa á traditionellan hátt, men eisini verður víst til tvørfakligt virksemi. Picture dictionary aftast í lesibókini kann vera forvitnisligt hjá næmingum at hyggja í. Samstundis gevur tað møguleikar hjá næmingum at arbeiða sjálvstøðugt við ymsum uppgávum. Her skuldi verið gjørligt hjá øllum næmingum at arbeitt eftir førleika.

Í fjórða flokki eru næmingarnir so ungir, at útlendska mentanin neyvan hevur fingið fastatøkur í teimum. Tí skuldi serføroyski parturin av bókini verið nýtiligur. Um eitt ár (í 2007) kemur bókaheildin Mandy at home ætlað 5. flokki. Tá fer søgan fram í lítla enska býnum Poulton, har Mandy býr. Ætlandi fáa føroysk børn við hesi bók innlit í, hvussu ensk børn liva. Dentur verður tá lagdur á at fáa ensku mentanina fram. Okkara næmingar skuldu, tá ið teir hava verið ígjøgnum Mandy-bøkurnar, verið væl førir fyri at farið í útlendskar lærubøkur, ið hóska til teirra aldur.

Mandy on holiday - Grundbók
Mandy on holiday - Grundbók