Skip to main content

Martin Luther - teknirøð

munkurin, sum broytti heimin

Høvundur :

Ulrike Albers, Johannes Saurer,

Týðari :

Dann Vinther

Teknari :

Johannes Saurer

Price :

<p>98.00 kr.&nbsp;</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8309/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna&nbsp;</a></p>

Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð í kristni og søgu í 6. og 7. flokki.

”Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð, sum Nám gevur út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við, at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp.

Fyri Nám hevur Dann Vinther umsett teknirøðina, ið hevur næmingar í 6. og 7. flokki sum málbólk. Upprunahvøundar eru Johannes Saurer og Ulrike Albers. Günter Schuchardt hevði søguligu viðgerðina um hendi, og týska upprunaheitið er “Martin Luther - ein Mönch verändert die Welt” (2016).

Teknirøðin knýtur seg til temasíðuna um Luther á undirvísingarportalinum Snar. Teknirøðin um Luther telur 32 blaðsíður og fæst í bókabúðunum fyri 98 krónur.

Í teknirøðini verður spurt, hvat er so serligt við Martini Luther, sum ger at vit enn tosa um hann 500 ár seinni?

Sagt verður millum annað, at sum ein heilt vanligur, ungur munkur varnaðist hann, at okkurt var fullkomiliga galið við tí almáttugu kirkjuni. Martin Luther setti lívið í váða fyri sína trúgv, noktaði at víkja fyri hægstu myndugleikunum og helt á við at fylgja síni samvitsku. Hann slóðaði fyri átrúnaðarligum frælsi og eggjaði til aktiva mótstøðu ímóti følskum uppáhaldum.

Hóast hann ikki var eitt lýtaleyst menniskja, skapti hansara djarva mótstøða ímóti myndugleikunum grundarlag fyri tí frælsa lívinum, sum vit í dag kunnu njóta.

Teknirøðin byrjar við hesum orðum:

Nevnir tú trúbótina, so slepst ikki undan navninum Martin Luther. Men, eins og í øllum øðrum stórum broytingum, ella reformatiónum, høvdu djørv vinfólk eisini avgerandi leiklutir. Philipp Melanchthon er, saman við Martin Luther, høvuðspersónurin handan trúbótina. Georg Spalatin dugir at ávirka avgerðirnar hjá prinsunum. Justus Jonas er ein hollur stuðul hjá Lutheri. Johannes Bugenhagen er skriftafaðir og ein góður vinur hjá Lutheri. Og vit mugu sjálvandi ikki gloyma konuna, Katharinu von Bora, sum tekur sær av húsarhaldinum og peningaviðurskiftunum.

Martin Luther - teknirøð
Martin Luther - teknirøð