Skip to main content

Metal og metalframleiðsla

Fakportalútgáva: Alis- og evnafrøði - 7. flokkur

Author :

Jens Hviid, Martin Krabbe Sillasen, Peter Norrild,

Flestu grundevnini eru metal, og tey hava týðandi leiklut í nútíðar samfelagnum.

Jarn í stállíki verður millum annað brúkt til bilar og súkklur. Aluminium er t.d. í dósum og í flogførum. Kopar er í leidningum, káplum og í prentkortum í fartelefonum.

Nú fert tú tú læra nógv meira um ymisk metal, og hvussu tey verða framleidd. 

Um Alis- og evnafrøðiportalin

Í Alis- og evnafrøði 7–8 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.

Útgávuheildin fevnir um undirvísingargongdir, sum kunnu býtast í fleiri faklig øki, til dømis:

Evni, vatn og kemiskar tilgongdir
Vatn – týdningarmesta evni á Jørðini
Ísur, vatn og vatndampur
Grundevni og evnasambond
Sýrur og basur í gerandisdegnum

Orka, ravmagn og magnetisma
Orka allastaðni
Ellæra
Magnetisma
Elektromagnetisk geisling

Sansir, ljóð og ljós
Oyra, ljóð og tónar
Eyga, ljós og litir
Luktur og smakkur

Náttúra, tøkni og gerandisdagur
Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Lufthavið yvir okkum
Kemikaliu heima
Samskifti

Í undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á, at næmingarnir kanna, eygleiða, gera royndir og arbeiða við at skilja samanhangir í náttúru, tøkni og gerandisdegi. Tilfarið knýtir fakliga vitan at ítøkiligum dømum, so næmingarnir síggja, hvussu alisfrøði og evnafrøði eru partur av heiminum rundan um okkum.

Les meira á portalinum.

 

Metal og metalframleiðsla