Mín allarfyrsta Bíblia
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Ein nýggj barnabíblia til tey smærru børnini. Bókin er komin út í samprenti við enska forlagið Lion Publishing.
Í bókini eru 20 lyklasøgur úr Bíbliuni, 10 úr Gamla Testamenti og 10 úr Nýggja Testamenti. Høvundurin hevur verið trúgvur mótvegis upprunatekstinum og hevur hartil fingið moralska og andaliga boðskapin við á ein einfaldan hátt. Teksturin er lættur at lesa. Lítið av teksti er á hvørjari síðu, og ger hetta bókina saman við prýðiligu og livandi myndunum sera væl egnaða til smærru børnini. Myndirnar eru litríkar. Hóast tær eru einfaldar, siga tær greitt sína egnu søgu.
Hetta er ein bók, ið vaksin kunnu lesa fyri børnunum. Á skúlahøpi kunnu byrjanarlesararnir lesa hana sjálvir, umframt at nógv tilfar er at tosa um í skúlastovuni. Aftast í bókini er evnisyvirlit við frágreiðingum um, hvar ber til at lesa um ymisku evnini. Kendur enskur høvundur innan andaligar bókmentir, Lois Rock, hevur endursagt søgurnar til smáu børnini. Hon hevur skrivað meira enn 30 bøkur, ið eru týddar til nógv ymisk mál. Alex Aycliffe hevur myndprýtt bókina. Hon er somuleiðis kendur myndprýðari í Onglandi og hevur vunnið heiðurslønir. Charlotta Thorsteinsson, lærari, hevur týtt bókina úr enskum.