Mina
Krabbabók
Mina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær – av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim ...
Tað er Lydia Didriksen, sum hevur skrivað; hetta er tíggjunda krabbabók hennara, og søgan um Minu byggir lutvíst á eina sanna søgu.
Edward Fuglø hevur teknað; hann hevur teknað til ørgrynnu av bókum, men hetta er fyrsta krabbabókin – vónandi ikki tann seinasta.
Annað torleikastig - appilsingulur krabbi