Skip to main content

Mussa meg týsdagin

Krabbabók

Høvundur :

Unni Lindell,

Mussa meg týsdagin er fitt søga um Elin, ið elskar Búa, sum er nýggjur í flokkinum. Hann hevur sagt, at hann ætlar at mussa tríggjar gentur týsdagin í vaskirúminum. Tey hava kastað kut, og Lisa og Maria og Elin vunnu. Elin stúrir, men innanst inni kennist tað eisini deiligt. Unni Lindell hevur skrivað. Hon er fødd í Oslo í 1957, er útbúgvin journalistur, men hevur síðan hon var smágenta vitað, at hon vildi gerast rithøvundur. Fyrsta bók hennara var ungdómsskaldssøgan Den grønne dagen, ið kom út í 1986. Síðan hevur hon skrivað hópin av bókum, yrkingasøvnum, krimisøgum, stuttsøgusøvnum umframt barna- og ungdómsbókum. Bøkur hennara eru týddar til nógv mál. Lena Jacobsen hevur týtt. Bólkin er bólkað í 4. torleikastigi.
Mussa meg týsdagin
Mussa meg týsdagin