Nem í sætta - Lærarabók
Lærarabók
Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.
Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í fimta og lýsing av lærugreinini føroyskt.
Í Vegleiðing til partarnar verður víst á, hvussu tekstirnir í bókini kunnu lesast, og greitt verður frá uppgávunum í pørtunum.
Nem í sætta er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:
- At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum og nýggjum sjónarhornum.
- Í tíðindaheiminum leggur dent á tíðindagreinina og tíðindafrásøgnina.
- Grundgevingar gevur næmingunum innlit í fólkaræðisligan hugsanarhátt og í tekstslagið grundgevandi tekstir.
- Søgur í myndini leggur dent á myndafrásagnir og á tað søguliga frágreiðandi tekstslagið.
- Orðafjas leggur dent á munnligt, sjónbart og skrivligt samskifti.
- Tá ið teksturin rámar hevur sum endmál at geva næmingunum bókmentaligar upplivingar og at menna teir sum bókmentalesarar.