Skip to main content

Ninna og Kára og nýggj vinaløg

Krabbabók

Høvundur :

Katrine Marie Guldager,

Ninna og Kára eru tvær gentur á sama aldri. Tær eru bestu vinir og hava kenst, síðan tær gingu í barnagarði. Men knappliga ein dagin kemur ein nýggj genta í flokkin. Tá verður alt broytt. Ein søga um vinalag. Katrine Marie Guldager hevur skrivað. Hon er danskur rithøvundur og cand. phil. í donskum. Síðan fyrst í nítiárunum hevur hon skrivað hópin av barnabókum. Borghild Sjúrðarberg hevur týtt til føroyskt.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur eru farin í samstarv um at geva út hópin av lættlesiligum bókum.

Í nógv ár hava lærarar gjørt vart við, at stórur tørvur er á bókum, ið kunnu fáa glið á lesingina hjá børnum, sum nýliga eru farin at lesa og ikki reiðiliga eru komin í venjing, og annars at stuðla undir lesingina hjá børnum, soleiðis at lesiferðin økist, eins og at lesihugurin verður mentur.

Fyri góðum ári síðan tóku stóru forløgini í Føroyum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur stig til samstarv, sum hevur til endamáls at fáa út eina rúgvu av hesum bókum, og nú eru tær fyrstu sjey komnar. Bókarøðin eitur Krabbabøkurnar, og bøkurnar verða bólkaðar í sjey torleikastig; vegleiðandi er 1. stig til 1. flokk, 2. stig til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokk, 3. stig til 2. og 3. flokk, 4. stig til 4. flokk, 5. stig til 4. og 5. flokk, 6. stig til 6. og 7. flokk og 7. stig til 8. flokk og eldri. Torleikastigini eru ávíst í bókunum við krabbum í ymsum litum. Fyri at tryggja, at bøkurnar lúka treytirnar at vera lættlesiligar, eru tær viðgjørdar lesinámsfrøðiliga.

Fyrstu bøkurnar eru allar týddar úr øðrum málum. Valdar eru út bøkur frá nógvum ymiskum forløgum, serliga í Norðurlondum; hetta eru alt forløg, ið hava gjørt vart við seg í útgávu av lættlesiligum bókum. Dentur er lagdur á, at úrvalið av hesum bókunum er fjølbroytt og gott. Samstundis sum arbeitt verður við at týða lættlesiligar bøkur, verður eisini arbeitt við at fáa til vega upprunatilfar. Miðað verður ímóti, at tær fyrstu upprunaføroysku bøkurnar í Krabbarøðini koma út komandi ár.

Tær fyrstu sjey bøkurnar í Krabbarøðini eru: Pál ansar kettuni eftir Jørn Jensen, Gev mær posan, Rói eftir Jørn Jensen, Rói og Sanna eftir Jørn Jensen, Reyði bilurin eftir Knud Hermansen, Magnus eftir Jim Højberg, Arni og teldan eftir Rita Bitsch, og Ninna og Kára og nýggj vinaløg eftir Katrine Marie Guldager; tær fyrstu seks eru ætlaðar bólki 2 (2. torleikastig) og tann síðsta til bólk 3 (3. torleikastig). Fyri summarfrítíðina í 2008 koma tær næstu bøkurnar; tær eru eisini 7 í tali og ætlaðar bólki 3, og fyrst í komandi skúlaári er ætlanin, at fleiri koma.

Ninna og Kára og nýggj vinaløg
Ninna og Kára og nýggj vinaløg