Norð
Norð handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.
14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.
Grafiska skaldsøgan verður á blogguni hjá bókini lýst sum “Nordic Magic Realism,” altso sum gandakend norðurlendsk realisma, har skaldsøgan gongur fyri seg í trimum sporum: fortíð, nútíð og framtíð, sum í einum norðurlendskum huglagi á gandakendan hátt verða tvinnað saman, bæði myndaliga og tekstliga.
Fakportalurin Føroyskt savnar fjølbroytt undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. Á portalinum eru evni og tilfar til bæði byrjanardeild, miðdeild og hádeild, umframt til vaksin. Tilfarið fevnir millum annað um ævintýr úr ymsum londum, ævintýr eftir H.C. Andersen, Jakob Jakobsen og Heðin Brú, skrivitilfar sum Kom og skriva 1, 2 og 3, og evni sum Norð, Føstulávint, Úr Søgunáminum og Seks spurningar um at vera menniskja. Portalurin gevur lærarum og næmingum góðar møguleikar at arbeiða við lesing, skriving, bókmentum, frásøgnum og føroyskum máli á ymiskum stigum.
