Nú er tann stundin...
Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906
Tað, sum verður viðgjørt, er serliga tíðarskeiðið frá tí, at tjóðskaparkenslan vaknar, til úr henni spretta tveir ólíkir politiskir flokkar. Roynt verður at vísa á, hvussu tær nýggju hugsjónirnar og tað nýggja rákið í tíðini vaksa fram, at finna orsakirnar til hesi púra nýggju fyribrigdi og samstundis greiða frá teirri søguligu gongdini í hesum tíðarskeiði. Bókin er skipað í 3 partar: Inngangur, Søguligt baksýni, Tjóðskaparrørslan.