Øl – Innlit í kynstrið at bryggja
Fyrsta ølið varð bryggjað fyri meira enn umleið 10.000 árum síðan og hevur frá byrjan verið ein væl dámd vøra.
Á hvørjum ári framleiða donsku bryggjaríini upp ímóti 1 milliard litrar av øli, og tey útflyta øl fyri meira enn 3 milliardir krónur. Øl er við øðrum orðum big business!
Í hesari gongdini skulu tit læra um ølbrygging og um uppskriftina, sum allir bryggjarar í heiminum brúka. Tit fara eisini at læra um stórar uppfinningar, sum eru gjørdar í sambandi við ølbrygging, nevniliga termometrið, køliskápið, pH og pasteurisering. Hesar uppfinningar ber ikki til at skilja frá søguni hjá ølbryggingini.
Um Alis- og evnafrøðiportalin
Í Alis- og evnafrøði 7–8 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um undirvísingargongdir, sum kunnu býtast í fleiri faklig øki, til dømis:
Evni, vatn og kemiskar tilgongdir
Vatn – týdningarmesta evni á Jørðini
Ísur, vatn og vatndampur
Grundevni og evnasambond
Sýrur og basur í gerandisdegnum
Orka, ravmagn og magnetisma
Orka allastaðni
Ellæra
Magnetisma
Elektromagnetisk geisling
Sansir, ljóð og ljós
Oyra, ljóð og tónar
Eyga, ljós og litir
Luktur og smakkur
Náttúra, tøkni og gerandisdagur
Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Lufthavið yvir okkum
Kemikaliu heima
Samskifti
Í undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á, at næmingarnir kanna, eygleiða, gera royndir og arbeiða við at skilja samanhangir í náttúru, tøkni og gerandisdegi. Tilfarið knýtir fakliga vitan at ítøkiligum dømum, so næmingarnir síggja, hvussu alisfrøði og evnafrøði eru partur av heiminum rundan um okkum.
