Orðaflokkarnir – Mállæra við myndum
Orðaflokkarnir er ein stutt og greið yvirlitslýsing av hvørjum orðaflokki sær. Myndirnar við dømum gera tað lættari at fata frágreiðingarnar. Aftast í bókini er eitt yvirlit, sum vísir, hvussu orðaflokkarnir eita á føroyskum, latíni, donskum og enskum. Eisini er føroyska, danska og enska stavraðið við, og hvussu tøl verða skrivað.
Bókin Orðaflokkarnir hóskar til innleiðslu um orðaflokkarnar, tí hon er einføld og greið og snýr seg um høvuðsdrøgini.