Orka allastaðni
Í Føroyum hava vit sum mál, at í framtíðini skal øll orkan vera grøn, og vit skulu tískil ikki brúka fossil brennievni sum kol, olju ella gass til varma, flutning ella til elframleiðslu.
Mesta orkan skal tí koma frá varandi orkukeldum so sum sólini, vindi og vatni. Skal tað gerast veruleiki, krevst nógv vitan, gransking og vilji at broyta og at leggja um.
Men áðrenn vit eru komin so langt, skalt tú læra um ymisku orkusløgini. Tú fert eisini at læra meira um orkuna í tær.
Um Alis- og evnafrøðiportalin
Í Alis- og evnafrøði 7–8 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um undirvísingargongdir, sum kunnu býtast í fleiri faklig øki, til dømis:
Evni, vatn og kemiskar tilgongdir
Vatn – týdningarmesta evni á Jørðini
Ísur, vatn og vatndampur
Grundevni og evnasambond
Sýrur og basur í gerandisdegnum
Orka, ravmagn og magnetisma
Orka allastaðni
Ellæra
Magnetisma
Elektromagnetisk geisling
Sansir, ljóð og ljós
Oyra, ljóð og tónar
Eyga, ljós og litir
Luktur og smakkur
Náttúra, tøkni og gerandisdagur
Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Lufthavið yvir okkum
Kemikaliu heima
Samskifti
Í undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á, at næmingarnir kanna, eygleiða, gera royndir og arbeiða við at skilja samanhangir í náttúru, tøkni og gerandisdegi. Tilfarið knýtir fakliga vitan at ítøkiligum dømum, so næmingarnir síggja, hvussu alisfrøði og evnafrøði eru partur av heiminum rundan um okkum.
