Pál fer til læknan
Hetta er stuttlig søga um Pál og pápan. Pál hevur ilt í oyranum og fer til læknan. Men knappliga verður læknin ússaligur og má leggja seg.
Hildigunn Niclasen týddi. Bókin er bólkað til 3. torleikastig. Pál fer til læknan er onnur bókin í krabbarøðini um Pál. Hon kostar kr. 58.
Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað hópin av bókum, serliga lættlesiligar bøkur og hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir.
Seks nýggjar bøkur eru komnar út í lættlesirøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunni í februar 2009. Hesa ferð er talan um tær fyrstu tvær bøkurnar í sera væl umtóktu røðini Kalt blóð, ið nógv børn kenna á donskum, Teskispælið eftir heiðurslønta Morten Dürr, Pál fer til læknan eftir Jørn Jensen, Ikki geva mær at eta eftir Anne B. Ragde, ið er kendur norskur høvundur, og Ynskibarnið eftir Bodil Vidnes-Kopperud. Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.