Pengakvissin - støddfrøði
Fakportalútgáva: Støddfrøði - hádeild (tvørfakligt)
Støddfrøði
Pengakvissin er ein kviss um privatbúskap, støddfrøði og talgilda trygd.
Pengakvissin er partur av tilfarinum Pengar, sum Nám hevur týtt og tillagað eftir upprunatilfarinum frá Finans Danmark - nevnt "Pengeuge".
Fakportalurin Støddfrøði er ein nýggjur portalur á pallinum hjá Námi. Enn eru tvær gongdir á portalinum: Pengar og Pengakvissin. Tær eru tær somu gongdirnar, sum eisini liggja á fakportalium Samfelagsfrøði, og hoyra sostatt saman. Tilfarið er føroyska útgávan av danska Pengeuge-tilfarinum og kann brúkast tvørfakliga í støddfrøði og samfelagsfrøði. Gongdirnar geva næmingunum høvi at arbeiða við pengum, nýtslu, fígging og rokniuppgávum, har støddfrøði verður sett í samband við gerandislig og samfelagslig viðurskifti.
