Pengar - Samfelagsfrøði
Samfelagsfrøði
Við hesum tilfari fara tit at læra um pengar - bæði teir, ið tit fáa, forvinna og læna. Tá ið tit eru liðug, hava tit lært um fíggjarætlanir, uppsparing, lán, rentur, gjaldoyra, inflatión, íløgur og nógv annað.
Tit læra eisini, hvussu tit ansa eftir pengunum og verja tykkum ímóti hakkarum og tjóvum, og tit fáa góð ráð til at spara upp, so tit fáa ráð til tað, tit ynskja tykkum.
Fakportalurin Samfelagsfrøði er ein nýggjur portalur á pallinum hjá Námi. Enn eru tvær gongdir á portalinum: Pengar og Pengakvissin. Gongdirnar hoyra saman og eru føroyska útgávan av danska Pengeuge-tilfarinum. Tilfarið kann brúkast í samfelagsfrøði og er eisini væl egnað til tvørfakligt samstarv, tí næmingarnir arbeiða við pengum, nýtslu, fígging og ítøkiligum rokniuppgávum.
