Pit stop 6
Enskt - 6. flokkur
Pit Stop 6 - Topic Book er eitt tekstasavn, har tekstirnir eru skipaðir eftir evnum. Hvørt evni hevur bæði grundtekstir og valtekstir, so næmingarnir kunnu arbeiða við felags tilfari og samstundis velja tekstir eftir áhuga og støði. Tilfarið kann brúkast bæði í floksundirvísing og í meira næmingastýrdari undirvísing.
