Plantur til matna
sBók og Pappírsbók
“Plantur til matna” er fyrsta lærubók til grønmetisframleiðslu, sum Nám hevur givið út. Bókin er ætlað til undirvísing í grønmetisframleiðslu, men øll urtagarðsáhugað hava kanska kundu hugsast at haft áhuga í útgávuni. Sigga Rasmussen hevur skrivað og savnað saman tilfar til útgávuna.
Bókin er skipað í ellivu plantubólkar har meiri enn 150 ymisk navnasløg verða umrødd, summi meira nágreiniliga enn onnur. Farið verður serliga í dýbdina við teimum sløgunum, sum eru vanlig her, tí vit hava jú fleiri royndir við teimum sløgunum.
Bókin fæst sum pappírsútgáva og sum sBók.
