Reytt er kærleiki
Krabbabók
Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum, sum flokkurin skal spæla.
Maria bendi seg yvir móti Elini og teskaði: 'Eg haldi als ikki, at hon er so vøkur. Hvat heldur tú?' 'Eg haldi hana vera øgiliga ljóta,' teskaði Elin. Hinar bøkurnar um Elina og tey í flokkinum eru Mussa meg týsdagin og Eg elski teg av øllum mínum jarta. Bólkin er bólkað í 4. torleikastigi.